Vælkomin til Ovasavnið
11. august í 1986, kom Ove til Langelinie í Keypmannahavn, eftir at hava róð í 42 døgn, í sínum lítla báti Diana Victoria.Hann hevði róð úr heimbygdini Nólsoy, síðani 1. juli, og hetta var hansara triðja roynd, í at náa sínum málið, at rógva til Danmarkar, at kissa ta lítlu havfrúnna.
Ove róði teinin, ið var av mongum hugsaður sum ógjørligur. Við sínum sterka vilja, treiskni og áraði megnaði Ove túrin. Hesin túrur hevur verið við til, at setta Føroyar og Nólsoynna á heimskortið. Enn hevur eingin havt áræði og neyvan verður tað nakar, ið kemur at gera hetta bragdi eftir Ova.
Tað var ein missur fyri Føroya fólk, tá hetja teirra Ove, so syrgiliga læt lív í bátinum, ið hevði so stóran týdning fyri hann -Diana Victoria..
Áðrenn Ove róði úr Føroyum lovaði hann børnunum í Nólsoy at byggja ein svimjihyl, fyri tann peningin, sum hann vónaði at fáa burtur úr túrinum- fyri Ove var tað eitt hjartamál at børnini í Nólsoy lærdu at svimja. Ove plagdi at siga “bert ein býttlingur ræðist ikki sjógvin”
After Ove’s death, the association Stuđulsnevndin fyri Svimjihyl í Nólsoy was founded. They worked tirelessly to raise funds through the annual “Ovastevna” which is still held every August in Ove’s honor. The efforts to build the swimming pool were hindered by bank crashes and inflation, which outpaced the funds being raised.
Í dag hava børnini góðar møguleika at ferðast til Havnar at svimja, tí er tørvurin fyri svimjihyli í Nólsoy ikki longur.
Hvussu kunnu vit so æra minni um mannin, ið gav okkum so nógv?
Vit hava enn minnini og bátin - Dianu VictoriuDiana Victoria..
Stuðulsnevndin føldi tað sum, at tað var okkara ábyrgd at skapa karmar fyri søguni um Ova, soleiðis at hon ikki doyr, og at báturin skuldi fáa eitt gott stað at standa á í Nólsoy- OG her er nú savnið.
Vælkomin á Ovasavnið😊





Um okkum
Ovasavnið í Nólsoy verður alment latið upp á várið 2025.
Savnið er bygt fyri at lýsa søguna um Ova Joensen sála, ið gjørdi tað megnar bragd í 1986, at rógva einsamallur í Dianu Victoriu úr Nólsoy og til Keypmannahavnar at kyssa havfrúnna á Langelinie.
Á savninu, ið er inspirera av føroyska bátasniðnum stendur Diana Victoria sum miðdepil um søguna, um Ova. Tá tú vitjar Ovasavnið kann tú njóta ein góðan drekkamunn á hugnaligu kaféini, ímeðan tú fær eina heildar uppliving við søgu, ljóð og ljósi.
Okkara tænastur
Ert tú áhugaður í søgu? Um so er, so er Ovasavn akkurat nakað fyri teg.

Atgongumerki til Ovasavnið
Støgg inn í Ovasavnið og uppliv tí spennandi ferðina hjá Ove Joensen
Deil tína upplyving
Hvørt ummæli ger risastóran mun og vit eru tí sera takksom fyri hvørt ummæli vit fáa. Hevur tú vitja okkumm, men ikki givið eitt ummæli, so fært tú gjørt tað her.
Les hvat onnur siga um okkum
This museum is second to none, and the experience will ignite all your senses. From the moment you step inside, you’re transported into a world of history and adventure. The attention to detail and the respect for natural materials is truly remarkable.
The Diana Victoria. takes center stage, offering an immersive experience that beautifully blends storytelling with sound, light, and design inspired by the Faroese boat-building tradition. It’s a journey through Ove Joensen’s incredible feat, and it leaves you feeling inspired and connected to both nature and the rich cultural heritage of Nólsoy
- Thomas Joensen
Myndasavn












Hevur tú ein fyrispurning?
Vælkomin á Ovasavnið- savnið har søga, mentan og hugni ganga upp í eina hagri eind. Kom á Ovasavnið okkara serstaka savn, har tú kann njóta ein drekkamunn. Ìmeðan tú fær frá lokalum fólki áhugaverda kunning um søgu og støð, ið eru á Nólsoynni.
Um tú er ein bólkur av fólkið, hava vit møguleika, at geva tykkum eitt áhugavert og minniligt upplivilsi og tað eru altíð tilreiðar at hjálpa tykkum við.

Copyright © 2024 Ovasavnið | Ment av Ráðgevin